Endurnýtsluhøllin á Kambsdali - verkstaður og handil

Á Kambsdali hava vit endurnýtsluhandil. Vit taka ímóti møblum, leikum, sukklum og nógvum øðrum, sum fólk hava sett í eina

av okkara bingjum í Klaksvík og í Nesvík. Lutir, ið fólk vilja av við, men sum tó eru ov góðir at koyra burtur. Vit gera smáar ábøtir og reingera lutirnar, fyri seinni at selja teir í handlinum. Í samstarvi við IRF, taka vit teldur sundur til endurnýtslu. Harafturat kunnu vit umvæla ymiskar lutir fyri fólk. Eisini framleiða vit ymiskar lutir ella partar av framleiðslu lutum fyri føroysk virkir.

Endurnýtsluhandlin á Kambsdali hevur opið:
Mánadag - fríggjadag kl. 13:00 - 17:00
Síðsta leygardag í hvørjum mána kl. 10:00 - 14:00

Tlf. 350 350

Undir "INN À DUGNA" finnur tú upplýsingar um arbeiðs- og menningartilboðini, ið Dugni hevur at bjóða arbeiðstarnaðum fólkum.

Samband
Dugni
Tlf. 350 070
Fax.: 350 071
Teldupost: dugni@dugni.fo

Sí annars starvsfólkayvirlitið
Um tað er ein ávísur persónur
tú ynskir at tosa við.