Tíðindi
AfturHeilsufremjandi ferð
Leygardagin 28. okt skipa vit fyri einum serligum sølu- og familjudegi í Tinghúsinum á Hjalla.
Hetta er í samband við serligu átøkini, sum áhugabólkurin hjá Dugna skipar fyri innan Heilsufremjandi tiltøk og innsavnan til møguliga uttanlandsferð.
Har verður fiskibrunnur, tombola, pylsuvognur og lekkrar nýbakaðar vaflur.
Tilber at ogna sær heimavirkaðar vørur úr endurnýtslugarni umframt nógv gott og gamalt sett til sølu í Tinghúsinum.
Takk fyri tykkara stuðul!