Búdeild
Átta næmingar kunnu búgva á skúlanum. Tey, sum búgva á kostdeildini, gjalda kr 2.200 mánaðin.
Fólk í koyristóli kunnu lættliga koyra inn frá vegnum og inni á skúlanum.
Skúlin hevur wc til rørslutarnað fólk, og lyfta er millum báðar hæddirnar, so tað lættliga ber til at flyta seg frá skúlastovunum til kømrini. Kømrini eru hóskandi til fólk við rørslutarni.