Privatlívspolitikkur
Dátuvernd
DUGNI er dátaábyrgdari fyri teimum upplýsingum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar
persónupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við ásetingarnar í dátuverndarlógini. Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum greiðir frá, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar
Kontaktupplýsingar
Um tú ynskir at hoyra nærri um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað við at venda
tær til okkum:
DUGNI
Á Hjalla 7a
Postsmoga 301,
110 Tórshavn.
Tlf: +298 350070
Teldupost: dugni@dugni.fo
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini altíð vælkomin at seta teg í
samband við okkara dátuverndarfólk, sum er Jens Chr. Olsen:
- Umvegis teldupost: jco@eirin.fo
- Umvegis telefon: +298 794070
- Umvegis bræv: Jens Chr. Olsen, Undir Nesinum 14, FO-650 Toftir.
Viðgerð av persónupplýsingum
Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu vísa til tín. Um tú ikki ynskir,
at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult hjá okkum at varðveita og halda møguligar avtalur
við teg.
Møguligir næmingar
Um tú kannar møguleikan at verða næmingur hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar
um teg:
Navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur.
Persónupplýsingar um næmingar verða savnaðar til fylgjandi endamál:
- Møguligt framtíðarsamstarv ella skúlagongd.
- Fyrisiting av tínum sambandi við okkum.
- Møgulig onnur endamál.
Hesar upplýsingar samlast grundað á eina av fylgjandi lógarheimildum:
- Eitt nágreiniligt samtykki er givið við samtykki í talgildu umsóknini á heimasíðuni sbrt. §12, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
- Viðgerðin verður gjørd grundað á, at halda eina avtalu, sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini, ísambandi við viðger av tíni umsókn/fyrispurningi.
- Viðgerðin verður gjørd grundað á at halda eina rættarliga skyldu, sbrt. §8, stk. 1, nr. 3 ídátuverndarlógini. Viðgerðin hjá okkum er í samsvari við galdandi lóg.
- Samfelagsáhugamál og mynduleikaútinnan sbrt. §8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini, sum er at veitaásettu viðgerð sum er kravd av okkum, ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónupplýsingar.
Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
- Dugni hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligtat eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
- Sum almennur myndugleiki skjalførir Dugni post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgirDugni galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast. Dugni hevur sambærtfyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Dugnaverða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá iðupplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Dugni ikki longur atgongd tiltær.
Næmingar
Um tú ynskir at gerast næmingur hjá okkum, er neyðugt, at tú sendir eitt umsóknarblað til okkum, har vit
biðja um at fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:
- Nágreina títt ynski: skúla, verkskúla ella verkstað, umframt geografisk staðseting av ynskinum.
- Kontaktupplýsingar: navn, bústaður, postnummar, býur, føðingardagur, telefonnummar, fartelefonog teldupost.
- Avvarandi: navn, bústaður, postnummar, býur og telefonnummar.
- Socialráðgevi: navn, teldupostur og telefonnumar.
- Lækni og aðrir samstarvspartar:
- Lækni: navn og telefonnummar.
- Aðrir samstarvspartar (t.d. stuðul, fyrsioterapeutur, sálarfrøðingur e.l.)
- Hevur tú stuðul: navn, telefonnummar,
- Inntøkugrundarlag: Upplýsingar um fyritíðarpensjón ella annað slag av inntøku.
- Upplýsingar um: borgarastøðu, skúlagond og útbúgving, arbeiðsroyndir og serlig fyrilit (so sumupplýsingar um sálarligar, fysiskar ella sosialar trupulleikar. Upplýsingar um heilivág, umtrupulleikar í skúlanum, um nýtslu av hjálpartólum og til endan um núverandi støðu og annað)
- Heimildarváttan.
Persónupplýsingar um næmingar verða samlaðar til fylgjandi endamál:
- Viðgerð av tínum skúlagongd ella samstarv við okkum
- Fyrisiting av tínum sambandi til okkum
- Møgulig onnur endamál.
Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
- Eitt nágreiniligt samtykki er givið í talgildu umsóknini á heimasíðuni, sbrt. §12, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
- Í sambandi við viðger av tíni umsókn/fyrispurningi, verður viðgerðin gjørd grundað á at halda einaavtalu, sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
- Viðgerðin verður gjørd grundað á at halda eina rættarliga skyldu, sbrt. §8, stk. 1, nr. 3 ídátuverndarlógini. Viðgerðin hjá okkum er í samsvari við galdandi lóg.
- Samfelagsáhugamál og mynduleikaútinnan, sbrt. §8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini, sum er at veitaásettu viðgerð sum er kravd av okkum, ger tað neyðugt at viðgera hesar persónupplýsingar.
Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
- Dugni hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligtat eyðmerkja tann skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
- Sum almennur myndugleiki skjalførir Dugni post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Dugni galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast. Dugni hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Dugna verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar verða goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Dugni ikki longur atgongd til tær.
Veitarar og samstarvsfelagar
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:
- Kontaktupplýsingar: Navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur.
Persónupplýsingar, um veitarar og samstarvsfelagar, verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:
- Til viðgerð av okkara keypi/veitan
- Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
- Hesar upplýsingar savnast grundað á fylgjandi lógarheimild:í sambandi við viðger av tíni umsókn/fyrispurningi, verður viðgerðin gjørd grundað á at halda eina avtalu, sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
- Dugni hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
- Sum almennur myndugleiki skjalførir Dugni post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Dugni galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast. Dugni hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Dugna verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar verða goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Dugni ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Starvsumsóknir/umsøkjarar
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av viðkomandi leiðara, við tí
endamáli at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst starv. Okkara lógarheimild til hesa viðgerð
er ”Samfelagsáhugamál og mynduleikaútinnan” sbrt. §8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini, sum ger tað
neyðugt at viðgera hesar persónupplýsingar.
Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki
víðarigivin til onnur á stovninum ella uttanfyri stovnin.
Harumframt brúka vit til tíðir uttanhýsis felag at seta fólk, og tey fáa eisini innlit í umsóknina og fylgiskjølini
hjá tær.
Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi:
- Samtykki, sbrt. §8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini; er givið av umsøkjaranum í sambandi við
innsendanini av CV og umsóknini.
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setanartilgondin er endað. Eftir hetta
verða umsókn og fylgiskjøl, hjá teimum sum ikki fingu starvið, strikað. Um ynski er at goyma umsóknina
og fylgiskjøl, skal stovnuring hava samtykki til hetta.
Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða tær, saman við fylgiskjølum, goymdar í mesta lagi 12 mánaðir,
har tær síðani verða strikaðar.
Um umsóknir og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal eitt nýtt samtykki innheintast frá
umsøkjaranum.
Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til eina og hvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt
kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.
Aðrar upplýsingar um viðgerð
Trygd
Vit hava sett í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk fyri at forða fyri, at tínar upplýsingar av tilvild ella
ólógliga verða strikaðar, almmannakunngjørdar, burturblivnar, skerdar, misnýttar ella á annan hátt
viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar
dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. dátuverndarlógini § 7.
- backup skal verða tikið, og at
- mannagongdir fyri at endurstovna upplýsingar er gjørdar fyri allar servarar.
- Atgongd til persónupplýsingar er bygt á brúkara-ID og persónligt loyniorð vm.
Dátaminimering
Vit savna, viðgera og goyma bert persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at røkja okkara ásettu endamál. Í summum førum ásetur lóggávan, hvørjar upplýsingar eru neyðugar at savna og viðgera í samband við okkara virksemi. Nøgdin og slagið av persónupplýsingum vit viðgera, kann verða ásett av tørvinum at halda eina avtalu ella øðrum lógarásettum skyldum.
Dagførdar upplýsingar
Okkara tænasta er treytað av, at tínar upplýsingar eru rættar og dagførdar. Vit biðja teg tí boða okkum frá um týðandi broytingar eru í tínum upplýsingum. Tú kanst nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri til at boða okkum frá, um broytingar eru, so syrgja vit fyri, at dagføra upplýsingarnar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit tær og geva tær boð um hetta.
Víðarigevan av upplýsingum
Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av upplýsingum, herímillum veitarar av KT-loysnum. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og hava ikki loyvi at brúka tær til egið endamál. Í onkrum førum verður upplýsingar víðarigivnar til aðrar myndugleikar og aðrar dátumóttakarar.
Vit brúka bert dátaviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
Dugni brúkar Facebook/Instagram
Dugni hevur eina Facebook/Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar m.a. í sambandi við smásølu av tí, sum er gjørt á Hjalla, á Kambsdali, í Klaksvík og í Suðuroy. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook/Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook/Instagram síðuna hjá Dugna. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook/Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært Facebook/Instagram er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook/Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook/Instagram.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook/Instagram.
Tíni rættindi
- Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg, hvar stava og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og hvør fær upplýsingarnar um teg, í tann mun vit víðarigeva upplýsingar í Føroyum og uttanlands.
- Um tú biður um tað, kunnu vit veita tær upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg. Tó kann heimildin verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum, handilsloyndarmál ella onnur ólikamlig rættindi skulu verjast.
- Um tú heldur, at persónupplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og greiða okkum frá, hvar feilurin er, og hvussu hann eigur at rættast. Vit heita á teg um at verða neyv/ur í tíni umsøkn sum gjørligt, tí annars kann tað gerast trupult hjá okkum, og kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu ganga umbønini á møti.
- Í summum førum, hava vit skyldu til at strika tínar persónupplýsingar. Hetta er til dømisgaldandi, um tú tekur eitt samtykki aftur. Um tú heldur, at tínar upplýsingar ikki longur eru neyðugar í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tær til, so kanst tú biðja um at fáa tær strikaðar. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingarverða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rættarligum avtalum.
- Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)
Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
- Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva tínar upplýsingar til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónupplýsingum.
- Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er, at tú ynskir at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera
- Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar til tað endamálið, sum tær vóru samlaðar til.
Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt. Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum
Dagført: 30. mars 2026