Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Hvør skal fáa heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna 2023?

Viðkomandi skal á onkran hátt hava skarað framúr innan sítt øki og hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum. Tilnevndi skal hava gjørt eitt serligt átak ella hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Stýrið fyri Dugna heitir á fólk um at senda uppskot inn til Dugna, ið síðani velur millum innkomnu uppskotini, hvør skal fáa heiðurin.

Hátíðarløtan, har fyrsta kærleikskúlan verður handað, verður eftir ætlan í Listasavninum 29. november, og freistin at senda inn uppskot er sett til 30.10.2023.

Vinarliga
Elkin Klettheyggj, stýrisforkvinna

 

Send inn uppskot