Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Kærleikskúlan 2023

Innbjóðing til hátíðarløtu  29. november 2023

Kærleikskúlan 2023 verður avdúkað í Listasavn Føroya mikudagin 29. november kl. 14.
Tað eru nú fimtan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út.
Kærleikskúlan 2023 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum.
Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Hon er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av góðsku. Kærleikskúlan er hondgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum hvør menniskja á jørð.

Kærleikskúlan 2023 verður bert seld í gávubúðum kring landið í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 29. november til og við 23. desember. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

 

Skrá 29. november 2023 kl. 14 í Listasavn Føroya

  • Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin

  • Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í AMMR, ber fram røðu

  • Kærleikskúlan 2023 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið

  • Elkin Klettheyggj, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2023 til eina virðiliga fyrimynd

  • Tónleika innslag

  • Ábit og drekkamuður


Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2023 til hátíðarløtuna
 

Stroymt verður á Facebook síðuni hjá Dugna

https://www.facebook.com/dugni

 

Øll eru hjartaliga vælkomin <3 


Vegna Dugna,
Hedvig Johansdóttir, stjóri