Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Tíðindaskriv ísv. Kærleikskúluna 2023

Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listakvinnan, Súsan í Jákupsstovu sum hevur sniðgivið nýggju kúluna.

Súsan í Jákupsstovu (f. 1946) er útbúgvin í handaverki, list og undirvísingarlæru.
Listakvinnan hevur avmyndað eina bládúgvu á kúluna og inni í glaskúluni liggja trý lítil fræ.

Heitið á kærleikskúluni 2023 er Friðardúgvan.


Í lítla bóklinginum, sum fylgir við kúluni, endurgevur listakvinnan vakra yrking hjá J.H.O. Djurhuus saman við heilsanini:

Friðardúgvan, hendan, verður send við ynskjum og vón um frið á jørð

Lítla mín dúgva,
royn at flúgva,
royn at flúgva við urt yvir vað. -
Gloppast eitt sindur
steingjandi grindir,
steingjandi grindir, tá gerst tú glað.
(J. H. O. Djurhuus leystliga eftir Brorson)

Súsan í Jákupsstovu sigur soleiðis um tankarnar aftanfyri avmyndaðu bládúgvuna á Kærleikskúluni 2023:

Bládúgvan reiðrast í Føroyum.
Nú eru meira enn 100 tom dúgvusløg - øll eru tey ættað frá bládúgvu.
Tiltiknast av teimum eru brævdúgvurnar - tær finna heimaftur, ið hvussu langt tær koma burtur.

Menn hava tí tikið tær við sær á longum ferðum. Tá ið teir vilja senda boð heim, stinga teir eitt lítið bræv í eina fjøður, sum teir binda undir velið á brævdúgvuni og sleppa henni so.

Hon flýgur óføra skjótt, rúmliga 100 km í tíman, so hon er ikki leingi um at bera boð fram.
(Úr fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi)

Hetta er fimtanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.


Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Elkin Klettheyggj, Martin Karl Olsen, Jórun Gardar, Magni á Deild Olsen og Tóra við Keldu valdu at heiðra Sclerosufelagið.

Stýrið ynskti, at heiðra sclerosufelagið og harvið at varpa ljós á teirra megnar arbeiði
fyri borgarar í Føroyum, sum hava sclerosu. Millum hópin av arbeiðsfólkum á Dugna,
eru fleiri fólk við sclerosu, og ynskir Dugni við hesum heiðrinum, at stuðla undir tí arbeiði, sum felagið ger fyri at betra um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá fólkum í Føroyum við sclerosu. 

 

Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking. Snotiligu eskjurnar og faldararnir, sum fylgja við kúluni, eru framleidd hjá Estra í Gøtu.

Kærleikskúlan 2023 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 29. november til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018), Rannva Kunoy (2019), Eli Smith (2020), Jóna Rasmussen (2021) og Bárður Jákupsson (2022).