Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Nú er tíð at søkja inn á skúlan við Áir

Ert tú yvir 18 ár og hevur tørv á 9. floks prógvi - ella hevur tørv á at betra títt 9. floks prógv, ert tú vælkomin at søkja inn á skúlan. 

Møguleiki er at byrja í einum fyrireikingarflokki (taka 9. flokk yvir tvey ár), ella at byrja beinleiðis í 9. flokki.

Endamálið við skúlanum er at menna tínar fakligu og persónligu førleikar, so tú hevur møguleika at taka eitt 9. floks prógv og fara víðari í skúla ella í læru/arbeiði.

Átta næmingar kunnu búgva á skúlanum. Tey, sum búgva á kostdeildini, gjalda kr 2.200 um mánaðin.

Næsta skúlaár byrjar 12. august 2026

Til ber at søkja her: https://dugni.fo/umsokn