Tíðindi
Deildarleiðari settur á deildini hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík
Setanartilgongdin til nýggjan deildarleiðara á Kambsdali og í Klaksvík er nú liðug. Setanarbólkurin var samdur um innstillingina, og stýrið fyri Dugna hevur tikið undir við henni. Tí kunnu vit nú kunngera, at Djóni Nolsøe Joensen er settur sum nýggjur deildarleiðari á deildini hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík.
Djóni er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan námsfrøðiliga økið. Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og politiskar royndir, har hann hevur verið bæði løgtingslimur og landstýrismaður.
Djóni Nolsøe Joensen byrjar í starvinum 1. juni 2026.
Vit ynskja Djóna hjartaliga vælkomnan til Dugna og gleða okkum til samstarvið.