Tíðindi
Fyritíðarpensjónistar vælkomnir á Dugna
Dugni leitar eftir fúsum, ágrýtnum og arbeiðssomum fyritíðarpensjónistum, sum hava hug at vera partur av einum virknum og gevandi arbeiðsfelagsskapi.
Vit hava deildir kring landið, og tørvur er á arbeiðsmegi á fleiri deildum. Tí eru vit altíð áhugað í at hoyra frá fólki, sum ynskja at arbeiða nakrar tímar um vikuna.
Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og kunnu fevna um:
· Uppgávur í Tinghúsinum
· Seymi- og hondarbeiðsuppgávur
· Goymsluuppgávur
· Vaski- og reingerðaruppgávur
· Aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi
Arbeiðið verður tillagað eftir førleikum, royndum og áhuga hjá tí einstaka.
Vit vænta, at tú:
· Ert fús/ur at taka hond í ymiskum arbeiðsuppgávum
· Ert ágrýtin og álítandi
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
· Hevur ein jaligan hugburð og gott arbeiðslag
Vit bjóða:
· Eitt gott og inkluderandi arbeiðsumhvørvi
· Fjølbroyttar og gevandi arbeiðsuppgávur
· Møguleika at vera partur av einum arbeiðsfelagsskapi við týdningarmiklum samfelagsligum endamáli
· Arbeiðstíð eftir nærri avtalu
· Eitt fíggjarligt ískoyti til fyritíðarpensjónina
Hevur tú hug at gerast partur av Dugna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá okkum www.dugni.fo